Niðurlond eru í skrivandi stund oddalið í okkara EM-undankappingarbólki.
Í bólki 6 vunnu Niðurlond 35-27 á Ukraina á uttanveltaðum vølli í Litava. Í steðginum var støðan 19-11 til Niðurlond.
Bobby Schagen og Luc Steins skutu seks mál hvør fyri Niðurlond. Dmytro Artemenko skoraði sjey mál fyri Ukraina.
Í løtuni eru Niðurlond fremst við seks stigum. Føroyar hava fimm stig, Ukraina hevur fýra stig og Kosovo hevur trý stig.