Tá Tórhild Hansen fór at starvast hjá Vaðhorn, var tað á virkinum á Eiði. Tá Vaðhorn gavst við virkseminum á Eiði, blivu starvsfólkini flutt til virkið á Strondum. Hetta var í januar 2019, næstan øll komu til Strendur at arbeiða.
– Norðuri á Eiði vóru vit sum ein lítil familja. Vit vóru færri fólk enn á Strondum, men tað var gott at koma her, vit blivu væl móttikin, og man føldi seg væl at koma her.
Tað sum eyðkennir Vaðhorn sum arbeiðspláss, er at starvsfólkini siga tað mesta við hvønn annan, men tað verður hildið innanveggja, og tey eru góð við hvønn annan.
– Hetta er ikki fyri sartar sálir. Tú skalt tola nógv.
Arbeiðið á Vaðhorn er tungt kropsliga, og møði merkist eftir loknan arbeiðsdag.
– Hetta er ikki nakað tú kemur sovandi til, tí hetta er stravið arbeiðið. Hóast nýggjar maskinur eru komnar, so fer tað strævna nokk ongantíð. Tað er kalt eisini, serliga í maskinunum, har sum eg eri beint nú. Tað er jú jarn sum tú stendur ímóti allan dagin, so tú mást verða væl dubbaður.
Les longri samrøðu við Tórhild Hansen í Sosialinum
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##