Tíðindaskriv:
Tað er ongin ivi um, at rákið um Suðuroyartunnilin er lýst frá einum einstáttaðum og neiligum sjónarhorni. Okur sakna at fáa sjónarmiðið hjá suðuroyingum fram, og tí taka Valkyrjurnar stig til tiltak, ið skal lýsa HVÍ okur skulu hava ein undirsjóvartunnil – tí sjálvandi skulu okur tað!
Við hesum tiltaki fara okur at hoyra um týdningin av einum Suðuroyartunnli frá virknum stovnum og fólki úr oynni.
Okur spyrja m.a. hesi, hví neyðugt er við Suðuroyartunnli?
- Suðuroyar Sjúkrahús
- Vinnulív
- Ítróttur
- Búskaparfrøðingur
- Ferðavinna
- Lokalar røddir
Øll eru vælkomin til almenna og ókeypis tiltakið í Skúladeplinum í Suðuroy 14.mai kl.19.00. Kaffi og kaka verður at fáa.
Valkyrjurnar í Suðuroynni