Grønland, Føroyar og Danmark yvirtaka formansskapin í Arktiska ráðnum 12. mai

Grønland, Føroyar og Danmark yvirtaka formliga formansskapin frá Noreg í Arktiska ráðnum komandi mánadag, 12. mai, í Tromsø. Fundurin byrjar kl. 16.30 føroyska tíð – skrá er viðheft.

 

Tað verður Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna (Naalakkersuisoq) í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, ið yvirtekur formansskapin vegna Kongsríkið frá Espen Barth Eide, norska uttanríkisáðharranum.

 

Úr Føroyum luttaka Gunvør Balle, Deputy Senior Arctic Official Chair (næstforkvinna), og Margretha Jacobsen, føroyskt embætisumboð í Arktiska ráðnum. Báðar starvast í Uttanríkistænastuni.

 

Fundurin verður stroymdur her.

 

Til ber at lesa formansskránna fyri formansskapin her.

 

Meira kunning um Føroyar í Arktis sæst her.

 

Hetta upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið.