Ukrainsku álopini kunnu gerast pínlig fyri Vladimir Putin, nú hann skal taka ímóti gestum, sum koma at hátíðarhalda 9. mai, ið russar halda á hvørjum ári sum sigursdag fyri seinna heimsbardaga.

- Hetta er pínligt fyri Russland

- Ukrainsk álop hava skapt órógv, nú Russland hevur boðið ríkis-og stjórnarleiðarum á vitjan, tí sigursdagurin í samband við seinna heimsbardaga skal hátíðarhaldast

 

Ukrainsku álopini kunnu gerast pínlig fyri Vladimir Putin, nú hann skal taka ímóti gestum, sum koma at hátíðarhalda 9. mai, ið russar halda á hvørjum ári sum sigursdag fyri seinna heimsbardaga.

Mikudagin sendi ukrainski herurin fleiri hundrað dronur inn í Russland.

 

Tað sigur russiska verjumálaráðið, sum leggur aftrat, at russiska loftverjan skeyt niður 524 av dronunum. Sambært útlendskum miðlum eru hesi tíðindi ikki váttað av óheftum keldum.

 

Ukrainsku álopini kunnu gerast pínlig fyri russiska forsetan, Vladimir Putin, nú hann skal taka ímóti gestum, sum koma at hátíðarhalda 9. mai, ið russar halda á hvørjum ári sum sigursdag fyri seinna heimsbardaga.

 

Ukrainska álopið kemur í framhaldi av øðrum álopum seinastu dagarnar.

 

Tá sigursdagurin fyri seinna heimsbardaga verður hátíðarhildin í morgin, ætla fleiri enn 20 ríkis-og stjórnarleiðarar at verða við til haldið á Reyða Torginum í Moskva.

 

Seinnapartin í gjár kom eitt nú kinesiski forsetin, Xi Jinping, til russiska høvuðsstaðin.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur ávarað útlendsku leiðararnar og sagt, at Ukraina kann ikki veita teimum trygd í russiskum øki.

 

Norðmaðurin, Tom Røseth, sum er serfrøðingur í russiskum viðurskiftum og høvuðslærari við skúla hjá norska herinum, sigur, at flestu ukrainsku dronurnar hava rakt onnur økir í Russland - og ikki Moskva.

 

- Men, álopini hava kortini skapt órógv og hava órógvað flogferðsluna kring russiska høvuðsstaðin. Eitt nú mátti flogfarið við serbiska forsetanum, Aleksandar Vučićs, fara til Baku í Aserbajan orsakað av ukrainsku dronunum.

 

Tá Tom Røseth verður spurdur um trygdina hjá ríkis-og stjórnarleiðarum, sum vitja í Moskva og luttaka í hátíðarhaldinum, sigur hann soleiðis:

 

- Ukrainsku álopini eru í stóran mun strategiskt samskifti. Ukraina vil minna leiðararnar á, at teir velja at fara til Russlands, sum er í einum kríggi, ið landið sjálvt byrjaði. 

 

##med2##

 

Hann heldur tað eisini hava týdning fyri Ukraina at vísa síni evni at leypa á Russland, soleiðis sum Russland leypur á Ukaina.

 

- Tað hava nevniilga eisini verið bæði dronu-og rakettálop á Ukraina seinastu dagarnar, leggur Tom Røseth aftrat.

 

Hann vísir eisini til ynskið hjá Russlandi um eina tríggjar daga langa vápnahvíld í samband við 9. mai-hátíðarhaldið. 

 

- Eina slíka vápnahvíld hava hvørki Ukraina ella USA viðurkent. Londini hava ístaðin ynskt eina vápnahvíld í 30 dagar, men tað vil Russland ikki, sigur Tom Røseth.

 

 

 

Ukrainsku álopini kunnu gerast pínlig fyri Vladimir Putin, nú hann skal taka ímóti gestum, sum koma at hátíðarhalda 9. mai, ið russar halda á hvørjum ári sum sigursdag fyri seinna heimsbardaga.

Tom Røseth er serfrøðingur í russiskum viðurskiftum og høvuðslærari við skúla hjá norsku verjuni