Adrian R. Justinussen, Daniel Johansen og liðfelagarnir í Hillerød hava vunnið niðara endaspælið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Men tað fekk teir ikki at spara upp á krútið í heimadystinum móti B93.
Hillerød vann 5-2 á B93. Tobias Arndal legði Hillerød á odda longu í øðrum minutti. 10 minuttir seinni økti Adrian til 2-0, men beint undan steðginum skoraði B93 tvær ferðir, og so var javnt 2-2 í steðginum. Mathias Veltz legði Hillerød á odda 3-2 í 66. minutti, og tveir minuttir seinni økti Adrian til 4-2. Minuttin aftaná fekk Adrian seinna gula kortið fyri óneyðugt at sparka bóltin burtur. Tað eydnaðist kortini Mathias Veltz at økja til 5-2 beint undan dystarloki.
Adrian hevur skorað 13 mál hetta kappingarárið.
Hillerød er langt fremst við 49 stigum. Nærmastu liðini eru Hobro og B93 við 35 stigum hvør.
Fríggjakvøldið 16. mai spælir Hillerød næstseinasta dystin hetta kappingarárið. Talan verður um dyst á útivølli móti Roskilde.