Føroyska manslandslandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg til EM-endaspælið í Noregi, Svøríki og Danmark.
Aftur í kvøld var prógvað, at Kosovo er eitt sterkt heimalið. Men aftaná ein torføran dyst brast fyri nev móti dystarenda, har Pauli Jacobsen við nøkrum framúr bjargingum var avgerandi, eydnaðist Føroyum at vinna 25-23 á Kosovo. Kosovo var á odda 13-12 í steðginum. Føroyar avrikaðu betri eftir steðgin.
Talan var um ein sannan arbeiðssigur móti einum hart spælandi og tendraðum liði.
Føroyar skoraðu upp á 25 av 41 málroyndum.
Málskjúttar: Hákun West av Teigum 11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Óli Mittún 4, Leivur Mortensen 3, Pætur Mikkjalsson 1, Vilhelm Poulsen 1, Ísak Vedelsbøl 1. Málverjarnir Pauli Jacobsen og Aleksandar Lacok bjargaðu 12 av 35 málroyndum.
Føroyar skulu spæla innleiðandi dystirnar í EM-endaspælinum í norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar seinasta dystin í hesari EM-undankappingini við Tjarnir. Dysturin verður ímóti Ukraina, ið tapti 27-35 (11-19) fyri Niðurlondum. Við sigri tryggja Føroyar sær fyrsta plássið í bólkinum, og harvið eina betri styrkismeting til EM-endaspælið.
Føroyar eru fremst í bólkinum við sjey stigum. Niðurlond hava seks stig, og Ukraina hava fýra stig. Kosovo er aftast í bólki 6 við trimum stigum. Hetta var fyrsta tapið hjá Kosovo á heimavølli í hesari undankappingini.