Maður gekk runt og stútaði bilar

Løgreglan tók í gjár ein mann, sum gekk runt uttan fyri Miðlon og stútaði bilar

Vaktleiðarin á polititstøðini í Havn sigur, at tey kl 14:35 í gjár fingu eina fráboðan um, at ein maður gekk uttan fyri Miðlon sum ein illur veðrur og stútaði bilar.

 

Maðurin var týðuliga ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum, so har var einki annað hjá løgregluni at gera, enn at handtaka mannin og leggja hann í ein kliva at hvíla seg, til hann var so rímuliga edrúur, at hann kundi fáa eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.

Vaktleiðarin sigur, at tey í øllum førum ikki enn hava fingið fráboðan skaða á nakran av bilunum, hann stútaði.