Tvey Mærsk-skip hava fingið noktað atgongd til spanska havnarbýin Algeciras orsakað av illgruna um ísraelsk vápn umborð.
Tað siga fleiri miðlar, eitt nú spanska blaðið El Pais.
Tey bæði farmaskipini Maersk Denver og Maersk Saltaire, sum frá dótturfelagnum hjá reiðarínum, Maersk Line, Limited, høvdu biðið um at sleppa at steðga í havnini ávikavist 8. og 14. november - men hetta varð sýtt av sponsku myndugleikunum.
Spanska uttanríkisráðið boðaði fríggjadagin frá, at tað var farið undir at kanna, um samspæl var í illgrunanum um ísraelsk vápn umborð.
– Verða upplýsingarnar váttaðar, koma øll neyðug tiltøk í gildi, sigur ein talsmaður úr ráðnum.
Myndugleikarnir í Spania hava síðani mai sett nýggjan politikk í verk við at nokta skipum við vápnum til Ísraels at leggja at bryggju.
Tá ljóðaði tað frá spanska uttanríkisráðharranum, José Manuel Albares, at tað hendi av eini týðiligari orsøk.
– Miðeystur hevur ikki brúk fyri fleiri vápnum, tað hevur brúk fyri meira friði, sambært dpa.
Spania er ein av harðastu atfinnarunum í Evropa av hernaðarligu tiltøkunum hjá Ísrael móti hernaðarligu palestinsku rørsluni Hamas í Gaza.
Spanska stjórnin boðaði í februar frá, at vápnaútflutningurin til Ísraels varð steðgaður í oktober.
Avgerðin um at nokta øllum skipum atgongd, sum eru lastað við vápnum til Ísrael, er tikin í tráð við hetta, segði uttanríkisráðharrin eisini í mai.
/Ritzau/