Nú afturvaldi forsetin í Moldova, Maia Sandu, atkvøður her til seinna umfar av forsetavalinum í Moldova í høvuðsstaðnum í landinum, Kisinau. - Mynd: Dánjal Mihailescu/Ritzau Scanpix

Maia Sandu heldur fram sum forseti í Moldova

- Moldova - tit hava vunnið! Í dag, kæru moldovar, hava tit víst á demokratiið, og tit hava bjargað Moldova, sigur afturvaldi forsetin í sínari sigursrøðu

 

Nú afturvaldi forsetin í Moldova, Maia Sandu, atkvøður her til seinna umfar av forsetavalinum í Moldova í høvuðsstaðnum í landinum, Kisinau. - Mynd: Dánjal Mihailescu/Ritzau Scanpix

Forsetin í Moldova, sum er vesturlendskt sinnað, Maia Sandu, er afturvald í forsetaembætið. 

 

Hetta vísir úrslitið hjá valnevndini í landinum. 

 

Tá 98 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Maia Sandu fingið 54 prosent av atkvøðunum.

 

Russiskt sinnaði avbjóðarin, Alexandr Stoianoglo, hevði tá 46 prosent av atkvøðunum.

 

Tá valhølini í Moldova lótu aftur klokkan 21 lokala tíð í kvøld, høvdu 1,68 milliónir verið á vali, og sambært valnevndini svarar hetta til 54 prosent av teimum, sum hava valrætt.

 

- Moldova - tit hava vunnið! Í dag, kæru moldovar, hava tit víst á demokratiið, og tit hava bjargað Moldova. Í okkara vali av einari virðiligari framtíð er eingin tapari, segði Maia Sandu í sínari sigursrøðu.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.

 

Moldova var partur av Sovjetsamveldinum, til tað gjørdist sjálvstøðugt land í 1991. Millum Moldova og Russland liggur krígsherjaða, Ukraina.

 

 

 

Nú afturvaldi forsetin í Moldova, Maia Sandu, atkvøður her til seinna umfar av forsetavalinum í Moldova í høvuðsstaðnum í landinum, Kisinau. - Mynd: Dánjal Mihailescu/Ritzau Scanpix