Margháttligt, at lesivegleiðing ikki verður raðfest hægri

Lesing og skriving nemur við allar lærugreinir og allar árgangir, og tí kann lesivegleiðing kann ikki samanberast við aðrar uppgávur í skúlanum

Skúlablaðið:

 

Men tíðin, sum lesivegleiðararnir fáa til arbeiði sítt, stendur tó langt frá mát við stóru uppgávuna. Tað siga Gunnvá Dam og Helga Andreasen, lesivegleiðarar og ávikavist forkvinna og nevndarlimur í Lesivegleiðarafelagnum, við Skúlablaðið.

 

Næmingar lesa minni í dag samanborið við fyrr, lesivanarnir eru tískil nógv versnaðir og av somu orsøk orðfeingið. Tað kunnu vit staðfesta bæði út frá lesivanakanningum umframt royndum hjá lesivegleiðarum, sum hava virkað í fólkaskúlanum síðan 2010.

 

– Tímarnir, ið lesivegleiðararnir fáa, røkka so dánt til at fáa allar næmingar at lesa. Skulu allir næmingar fáa nøktandi lesiferð, góðar lesivanar og eisini læra at skriva, skulu nógv fleiri tímar til. At móðurmálið samstundis er undir stórum trýsti, og enskt alsamt trokar seg inn á føroyskt, ger tað ikki minni týdningarmikið at raðfesta lesing og kunna um týdningin av lesing, siga Gunnvá Dam og Helga Andreasen, sum eru lærarar í ávikavist Kollafjarðar skúla og Sankta Frans skúla, í samrøðuni við Skúlablaðið.

 

Tá ið hugsað verður um, at lesing fevnir um allar lærugreinir og er fortreytin undir allari læring, er tað margháttligt, at økið ikki verður raðfest hægri. Tað er sjálvsagt at hugsa, halda lesivegleiðararnir, at tey, sum hava uppgávuna at styrkja og menna lesingina hjá næmingum, eiga at hava nóg mikið av tímum til uppgávuna. Lesivegleiðingin í øllum fólkaskúlunum fær umleið 5000 tímar um árið; tað svarar til umleið trý ársverk býtt sundur á allar 38 fólkaskúlarnar.

 

- Tað sigur seg sjálvt, at tað er alt ov lítið; tí mugu vit raðfesta við harðari hond.

 

Fyri at fáa sum mest burtur úr tímunum, hevur Gunnvá Dam, sum er lesivegleiðari í Kollafjarðar skúla, valt at savna tímar saman og brúka teir í einum nakrar ferðir um árið. Á tann hátt kann hon savna seg fult og heilt um nakrar týðandi uppgávur.

 

Ráddu Gunnvá Dam og Helga Andreasen fyri, og lesivegleiðingin fekk fleiri tímar, so hevði verið sett enn meiri inn í grunddeildini, soleiðis at allir næmingar koma á lagið at lesa so skjótt til ber; harumframt høvdu tær skipað fyri tiltøkum í miðdeildini og hádeildini fyri áhaldandi at halda fast við lesivanarnar.

 

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2025.