Annað árið á rað kann danski landsliðsspælarin Mathias Gidsel kalla seg heimsins besta hondbóltsspælara.
Mathias Gidsel varð seinnapartin fríggjadagin valdur til "Ársins Heimsleikara" í 2024 av altjóða hondbóltssambandinum IHF eftir atkvøðugreiðslu.
Týski málverjin Andreas Wolff og spanski verjuleikarin Alex Dujshebaev vóru hinir tilnevndu.
Hæddarpunktið í 2024 hjá Mathias Gidsel var OL-gullheiðursmerkið í París við danska landsliðnum. Fyrr í ár var hann við til at vinna silvur á EM og førdi felag sítt Füchse Berlin til annað plássið í týsku Bundesliguni.
Hetta er fimtu ferð á rað, at ein dani vinnur tignarliga heiðurin. Mikkel Hansen vann í 2018, Niklas Landin í 2019 og 2021, meðan Gidsel kom upp á toppin í fjør.
Heiðurslønin varð ikki latin í 2020 og 2022.
/ritzau/