Nú eru farnir yvir átta mánaðir síðani landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge seinast vardi málið hjá Fredericia í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Vit skulu heilt aftur til 2. august í fjør, tá Mattias var raktur av skaða. Valdemar Birksø kom inn at verja málið hjá Fredericia, og hann hevur verið fyrsta val hjá høvuðsvenjaranum, Michael Hansen síðani tá.
Í kvøld sá Mattias liðið hjá sær vinna ein týðandi sigur í uppflytingarstríðnum. Á heimavølli vann Fredericia heili 5-1 (3-1) á Horsens.
Sigurin merkir, at Fredericia er næstfremst í ovara endaspælinum við 49 stigum. Teir eru seks stig frammanfyri júst Horsens, so sigurin í kvøld kom væl við.
Komandi mikudag klokkan 17.30 spælir Fredericia dyst á útivølli móti Hvidovre.