Skaðin landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge fekk í dysti fyri Fredericia á útivølli móti Kolding 2. august hevur verið dýrur.
Fyrst gingu fleiri vikur áðrenn hann var tøkur aftur. Og tá hann var tøkur aftur slapp hann ikki at verja málið.
Í dag var níggjunda ferðin á rað, at Mattias sat á beinkinum. Valdemar Birksø vardi aftur málið hjá Fredericia í dag.
Tað gongur annars væl hjá Fredericia, ið er á uppflytingarkós í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fredericia vann í dag 2-0 (0-0) á Roskilde á útivølli.
Fredericia kann halda vetrarfrí á øðrum plássinum í deildini. Fredericia hevur 37 stig á øðrum plássinum. Langt fremst er OB við 44 stigum.
Aftanfyri Fredericia koma Esbjerg og Horsens við 31 stigum hvør.
Fredericia spælir aftur dyst í deildini 23. februar. Tá kemur HB Køge á vitjan á Monjasa leikvøllinum í Fredericia. Inntil tá fer Mattias at stríðast fyri at vinna plássið aftur sum fyrsti málverji hjá Fredericia.