Miðlar: Trump fer at lýsa undantaksstøðu við meksikanska markið

Sum forseti fer Donald Trump millum annað at taka føðingarrættin frá børnum hjá ólógligum tilflytarum, sigur ein kelda.

Donald Trump setti serliga fokus á ólógliga innflyting í valstríðnum fram til forsetavalið í november. - Mynd: Jeenah Moon/Reuters

Sum forseti í USA fer Donald Trump at brúka eina røð av kunngerðum til at basa ólógligari innflyting úr Suður- og Miðamerika til USA.

 

Hann fer millum annað at lýsa undantaksstøðu við markið til Meksiko, og hann fer at stempla kriminell kartell sum yvirgangsbólkar.

 

Tað sigur ein komandi embætismaður í Hvítu Húsunum, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Trump fer eisini at halda fram við arbeiðinum at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko og senda hermenn til syðra partin USA fyri at styrkja marknatrygdina.

 

Ein múrur fram við suðurmarkinum til USA var eitt av størstu valstríðslyftunum hjá Trump undir forsetavalstríðnum í 2016.

 

Byggingin av marknamúrinum byrjaði í fyrsta valskeiðnum hjá Trump, og múrurin er víðkaður undir Biden forseta, hóast hann áðrenn forsetatíðina lovaði, at hann ikki fór at byggja fleiri múrar á markinum.

 

Bæði økta marknatrygdin og víðkanin av múrinum verða eitt úrslit av, at undantaksstøða verður lýst við markið, sigur komandi starvsfólkið í Hvítu Húsunum.

 

At enda fer Trump at avtaka rættin, sum tryggjar amerikanskan ríkisborgararætt til børn, sum eru fødd í USA til ólógligar tilflytarar. Og so fer hann at forða fyri, at friðskjól verður veitt tilflytarum við suðurmarkið til USA.

 

Komandi starvsfólkið í Hvítu Húsunum tosar um ætlanirnar hjá Trump við treyt um dulnevni.

 

Sjálvur hevur Trump tó longu sagt, at hann fer undir at skriva undir kunngerðir, so skjótt hann gerst forseti.

 

Hann miðar eftir at skriva undir upp til 100 kunngerðir bara í dag, boðaði hann frá mánanáttina okkara tíð.

 

Trump verður settur í starv sum nýggjur forseti í USA á einum hátíðarhaldi í Capitol-bygninginum í Washington, D.C. nú seinnapartin.

 

Undir valstríðnum fram til forsetavalið í november í fjør var ólóglig innflyting eitt av høvuðsevnunum.

 

Trump ákærdi Joe Biden, forseta, og varaforsetan, Kamala Harris, fyri ikki at gera nóg mikið fyri at verja mørkini í Amerika.

 

/Ritzau/

 

Donald Trump setti serliga fokus á ólógliga innflyting í valstríðnum fram til forsetavalið í november. - Mynd: Jeenah Moon/Reuters