Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm fekk eina framúr góða byrjan upp á kappingarárið í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.
Dysturin var ímóti GAIS, og var leiktur á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg.
Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0. Men tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat stútaði kosovanski miðvallarin, Bersant Cellina bóltin í netið fyri AIK, og so kundu stokkhólmarnir stórfegnast um at fáa trý stig við sær til høvuðsstaðin.
Mikkjal kundi ikki ynskt sær eina betri byrjan upp á kappingarárið.
Hagtølini vístu eina lítla yvirvág í spæli og málmøguleikum til GAIS.
Komandi sunnudag klokkan 13 tekur AIK móti IFK Norrköping á Strawberry Arena leikvøllinum.