Mjølnir vann 2. FM finaluna í Polestardeildini

Neyðugt verður við 3. FM finaluni, ið verður leikt á Giljanesi

Skíggjamynd frá Televarpinum

Tað stendur á jøvnum 1-1 í FM finalunum í Polestardeildini.

 

Fyrrakvøldið vann SÍ 3-1 á Mjølnir í 1. FM finaluni, ið var leikt í høllini á Giljanesi.

 

Í kvøld vann Mjølnir 3-1 á SÍ í 2. FM finaluni, ið var leikt í Badmintonhøllini í Klaksvík. Fjórða settið gjørdist sera drúgt.

 

Mjølnir-SÍ 3-1 (26-24, 25-22, 13-25, 31-29)

 

3.  og avgerandi FM finalan verður leikt í høllini á Giljanesi í komandi viku.

 

Skíggjamynd frá Televarpinum