Klokkan 19:30 komu kongshjúnini í land av Dannebrog, ið liggur við bryggju á Drelnesi. Leiðin var stutt niðan í mentanarhúsið Salt, har galladøgurði er í kvøld í samband við, at vitjanin í Suðuroynni hjá kongshjúnunum í kvøld fær ein enda, tá tey eftir døgurðan um 22 tíðina trína føroyskan dans, og fara aftur umborð á Dannebrog, ið síðani stevnir norðureftir til nýggjan dag í morgin, tá vitjað verður á Eiði.
Galladøgurðin í kvøld byrjaði við, at kongshjúnini gingu av bryggjuni og niðan til Salt, meðan Tróndur Enni stóð á eini altan høgt uppi á Saltbygninginum, har hann blasti eina fanfaru á horn, so tað ljómaði um allan fjørðin.
Síðani heilsaðu kongshjúnini borgarstjóra og býráðslimum og fóru innar í Salt.
A skránni er døgurði, ið kendi kokkurin Leif Sørensen stendur fyri. Pól Arni Holmsaman við Hamradun og Tóra Vestergaard við ólavi Jacobsen á guitar hava tónleikainnsløg, og tá kvøldið endar, er føroyskur dansur á skránni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##