Í løtuni eru trý partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tvey pør eru á gulllaksaveiði.
Um djúpvatnstrolararnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at tveir eru á Íslandsrygginum, har teir fáa mest av toski. Báðir koma inn at landa í næstu viku.
- Haraftrat fiska tveir frystitrolarar svartkalva undir Føroyum.
Í løtuni eru tveir av teimum smáu trolbátunum á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski. Ein er norðanfyri og fiskar tosk, hýsu og flatfisk.
- Væntandi koma allir trolbátarnir inn at landa í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at nakrir trolbátar aftrat helst fara út um vikuskiftið.
Trý garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap, og haraftrat fiskar eitt garnaskip havtasku.
- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.