Netanyahu boðar frá nýggjum álopum í Gaza

Forsætisráðharrin í Ísrael sigur, at fólkið í Gaza verður flutt "fyri at verja tað" undir nýggjum álopum.

Netanyahu sigur, sambært Reuters, at eitt nýtt álop verður eitt intensivt hernaðarligt átak, sum hevur til endamáls at vinna á Hamas. (Arkivmynd). - Mynd: Abir Sultan/Ritzau Scanpix

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, boðar í einum videobroti á sosialu miðlunum frá einum nýggjum og drúgvum álopi í Gaza.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Netanyahu sigur, at álopið verður eitt intensivt hernaðarligt átak, sum hevur til endamáls at vinna á Hamas.

Hann sigur ikki, hvussu stóran part av Gaza-økinum Ísrael miðar eftir at hertaka.

- Fólkið verður flutt fyri at verja tað, sigur hann sambært Reuters.

Ísraelski forsætisráðharrin sigur eisini, at hermenn fara ikki inn í Gaza, fremja álop og síðani draga seg aftur.

- Ætlanin er tað øvugta av tí, verður sagt.

Fyrr í dag skrivaðu ísraelskir miðlar, at ísraelska trygdarráðið hevur samtykt eina stigvísa útbygging av hernaðarliga álopinum móti Hamas í Gaza.

Hetta snúði seg um fjølmiðlarnar Kan og The Times of Israel, sum vístu á ónevndar keldur við vitan um málið.

 

/Ritzau/

 

 

 

Netanyahu sigur, sambært Reuters, at eitt nýtt álop verður eitt intensivt hernaðarligt átak, sum hevur til endamáls at vinna á Hamas. (Arkivmynd). - Mynd: Abir Sultan/Ritzau Scanpix