Nógv tiltøk á útiviku í Sumbiar kommunu

- Her verða tiltøk fyri alla familjuna, siga tey í Sumbiar kommunu

 

Hesa vikuna er útivika í Sumbiar kommunu, og longu í gjár - mánadagin - var túrur í Kaspursholu, har Gudmund Poulsen var frásøgumaður. 

 

Seinnapartin í dag hevur verið gongutúrur úr Pollinum og eystur í Akraberg, og her var møguleiki at vitja í savninum og vitanum.

 

Í morgin, mikudagin, verður Sumbiar Ítróttarfelag 85 ár, og tá verður bjóðað til motiónsrógving á Lopransfirði. Tey, sum ikki rógva, fara gongutúr út í Akrar.

 

Fólk og familjur, sum ætla sær at luttaka, skulu møta við róðrarneystið í morgin klokkan 17.

 

Hósdagin klokkan 17 verður kondibingo í Samkomuhúsinum. Plátan kostar 10 krónur, og fólk verða biðin um at hava bingo-dubbara ella penn við sær.

 

Fríggjadagin verður gongutúrur úr Víkarbyrgi og heim til Sumba ella Lopra. Bussur heintar fólk við bygdarhúsið í Lopra klokkan 17 - og á Ólavfløtti klokkan 17.15.

 

Leygardagin verður ruddingardagur, og tá verður byrjað við morgunmati í Samkomuhúsinum klokkan 10. Tá liðugt er at rudda, verður farið at grilla pylsur.

 

Sunnudagin verður útigudstænasta við minnisvarðan í Sumba við Una Næs, dómpróvsti, og her luttekur Kirkjukórið Ljómur.

 

Eftir gudstænastuna bjóðar Sumbiar kommuna til drekkamunn í Samkomuhúsinum.

 

Meira um útivikuna í Sumbiar kommunu hesa vikuna hetta kann lesast á heimasíðuni - www.sumba.fo