Tað er Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, ein grein 52a fyrispurning um málið. Løgtingsmaðurin spyr soleiðis:
1. Nær kunnu nólsoyingar vænta, at nýggi túrurin til Nólsoyar kemur?
2. Er samráðið við nólsoyingar byrjað um, nær á degnum nýggi túrurin skal liggja?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Karlot Hergeirsson, at tað hevur verið eitt ynski frá nólsoyingum í nógv ár at fáa fleiri túrar á ferðasambandinum til Nólsoyar.
– Tað eydnaðist loksins til løgtingsfíggjarlógina í ár, og pengar vórðu settir av til ein dagligan túr afturat til Nólsoyar, sigur hann.
– Tað eru nokk ymiskar meiningar ímillum nólsoyingar, nær hesin túrurin skal liggja; tí má hetta gjøgnumhugsast. Tí eigur Strandfaraskip Landsins at seta seg í samband við nólsoyingar og hava samráð við teir um, nær hesin túrurin skal liggja, so flest fáa nyttu av honum, sigur løgtingsmaðurin.
Hann vísir síðani á, at nú er aprílmánaðurin hálvrunnin, og enn er hesin túrurin ikki komin.
– Mær vitandi hevur einki samráð verið við nólsoyingar enn. Tann 19. februar í ár setti eg avarðandi landstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum líknandi spurningar. Men tað kom einki ítøkiligt svar frá táverandi landstýrismanninum uttan tað, at Strandferðslan enn var ígongd við at kanna hvílutíð hjá manningini og annað, og at landsstýrismaðurin var ótolin, og at hetta mátti loysast, áðrenn komið varð inn í várið, sigur Karlot Hergeirsson.
– Várið er her nú, og enn røkist einki fyri hesum nýggja túri. Mær vitandi hevur einki samráð verið við nólsoyingar enn um hendan túrin. Tí seti eg enn einaferð hesar spurningar, sigur Karlot Hergeirsson í spurninginum til nýggja landsstýrismannin á økinum, Jóhan Christiansen.
Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara spurninginum.