Umstrídda skipið Melkart-2 her við bryggju í Havn

Noreg og ES banna skipum sum hava fiskiloyvi í Føroyum

Talan er um russisk skip, har illgruni er um, at tey fáast við fíggindaligt sinnað virksemi. Tó hava hesi skip hjá Murman Seafood fiskiloyvi í Føroyum

Umstrídda skipið Melkart-2 her við bryggju í Havn

Kringvarpið skrivar, at Melkart-2 og Otankino hava bæði fiskiloyvi í Føroyum galdandi frá 5. apríl til 31. desember í ár. Bæði sleppa tey at fiska svartkjaft, makrel og sild í føroyskum sjógvi.

 

Víðari vísir Kringvarpið á , at hesi skip eisini sleppa í føroyska havn. Tí havnastongsulin í Føroyum er IKKI galdandi fyri russisk skip, sum hava fiskiloyvi í Føroyum.

 

20. mai setti ES í verk revistiltøk ímóti reiðarínum hjá hesum báðum skipunum við ákærum um fregnartænastuvirksemi og sabotasju.

 

Seinnapartin í dag fara norskir myndugleikar at gera tað sama við somu grundgeving. Skipnini føra fíggindaligt sinnað virksemi, og tí skulu tey bannast heilt úr norskum sjóøki, siga norsku myndugleikarnir.

 

Bannið er galdandi fyri øll skip hjá reiðaríunum Norebo og Murman Seafood.

 

– Virksemið kann hótta norsk trygdarpolitisk áhugamál, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, við norska miðilin VG, skrivar Kringvarpið.

 

Lesið meira her

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Umstrídda skipið Melkart-2 her við bryggju í Havn