Ein hvør dystur livir sítt egna lív, plagar at verða tikið til. Í hesum liggur, at tað altíð er møguleiki fyri tí óvæntaða, sum kann hava stóra ávirkan á dystargongd og úrslit.
Eingin hevði roknað við dystargongdini og úrslitinum, sum tað endaði við, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av grannunum í B68.
Úrslitið var 11-0 sigur til heimaliðið. Hetta er nógv størsti sigur, sum NSÍ nakrantíð hevur vunnið ímóti B68. Bæði í 2016 og í 2004 vann NSÍ 5-0 á Svangaskarði, veit FaroeSoccer at siga, men sovorðin eyðmýking, sum talan í kvøld var um, er ongantíð komin fyri áður.
Petur Knudsen var trífaldur málskjútti, og Brandur Hendrikson Olsen og Klæmint A. Olsen vóru tvífaldir málskjúttar.
Fyrstu tíggju minuttirnar bendi einki á, at talan ikki fór at verða um javna uppgerð. So varð B68 miðvallarin Jákup N. Vilhelmsen vístur beinleiðis av vøllinum fyri ógvusliga takling. Minuttin eftir skoraði Petur Knundsen, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Hálvleiksstøðan var 4-0, og eftir steðgin varð mótbrekkan hjá toftamonnum uppaftur brattari, tá ið Sebastian Lau Nielsen smáar tíggju minuttir eftir steðgin sá beinleiðis reytt kort fyri hevnisøku.
NSÍ leiðslan var sannførandi, men teir gulu og svørtu hildu guvuni uppi og koyrdu á. Mótloysið breiddi seg millum uttanmenninar, og fram ímóti dystarenda var tað stutt millum málini, sum skolaðu ígjøgnum.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis hevur fulla úrtøku. HB og KÍ hava eisini fulla úrtøku, men NSÍ er topplið, tí málmunurin hjá NSÍ er +15, meðan hann hjá HB og KÍ er ávikavíst +6 og +5.
Hósdagin fær NSÍ vitjan av 07 Vestur, og tá fær B68 - uttan Jákup N. Vilhelmsen og Sebastian Lau Nielsen - vitjan av KÍ.
##med2##
NSÍ – B68 11-0 (4-0)
1-0: Petur Knudsen 13.
2-0: Petur Knudsen 31.
3-0: Brandur Hendrikson Olsen 38.
4-0: Aron Knudsen 42.
5-0: Emil Weihe Joensen 52.
6-0: Beinir Nolsøe 63.
7-0: Brandur Hendrikson Olsen 65.
8-0: Klæmint A. Olsen 70.
9-0: Petur Knudsen 82.
10-0: Klæmint A. Olsen 89.
11-0: Sjálvmál 90.
Dómari Eiler Rasmussen
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Lars Markmanrud, Kevin Jablinski, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Beinir Nolsøe – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup N. Vilhelmsen, Hanus Højgaard – Marjus Nón, Sebastian Lau Nielsen, Emanuel Kulego
Reytt kort: Jákup N. Vilhelmsen 11. (beinleiðis reytt), Sebastian Lau Nielsen 54. (beinleiðis reytt