Nú fer at líkjast hjá Jóhan Peturi og hansara monnum

Heldur ikki í dag eydnaðist tað hjá FC Suðuroy at skjóta mál

Síðsti dystur í áttanda umfari í landskappingini var í dag. Víkingur var á Vágseiði gestur hjá FC Suðuroy, og gestirnir rigga til í góðveðrinum at sigla norður um fjørðin við trimum stigum í viðførinum.

 

Víkingur vann 2-0, og hetta er triðja ferðin á rað, at Jóhan Petur Poulsen og hansara menn fara av vøllinum við fullari úrtøku.

 

Hjá FC Suðuroy var spælið í løtum á heilt góðari leið, og heimaliðið spældi seg til støður og onkran møguleika, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Bárð á Reynatrøð. Hetta var triði dysturin á rað, at FC Suðuroy fór av vøllinum uttan at hava skorað mál. Síðsta ferðin, at tað eydnaðist at skjóta mál var 13. apríl, tá ið FC Suðuroy vann 2-1 á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Fyrra málið skoraði Víkingur í sjeynda minutti. Málskjútti var Jákup Johansen, sum saman við Sølva Vatnhamar var fremsti maður í 4-4-2 spælskipan. Uppleggið úr vinstru átti Olaf Bárðarson.

 

Sølvi Vatnhamar økti um leiðsluna smáar tíggju minuttir eftir steðgin. Tað var eftir innlegg úr høgru frá Ragnari Skála, sum aftur í dag var vongverji í høgru.

 

Heimaliðið var síðani nógv á bóltinum, meðan Víkingur í verjuspælinum var væl skipað og støðugt lúrdi eftir møguleikanum at fara í mótálop.

 

-Leikliga var talan um javna uppgerð í góðum veðri, men eg haldi, at vit spældu okkum til fleiri og betri møguleikar. Fyrra málið var væl gjøgnumspælt, meðan seinna málið var kærkomið eftir at heimaliðið í eina løtu hevði verið ágangandi, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

-Vit stýrdu fyri tað nógva spælinum. Teir høvdu tríggjar málmøguleikar og skoraðu tvey mál. Pól Thorsteinsson og vit hava havt fast konsept, og tað hevur fingið væl. Munurin millum at spæla í næstbestu deildini, har vit vóru í fjør, og so at vera í bestu deildini, er, at mótstøðuliðini sektað okkum eirindarleys, og tað gjørdi Víkingur í dag, sigur John Villi Wøldike Leo hjá FC Suðuroy í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Sigurin í dag lyftir Víking fram á fimta pláss. Víkingur hevur 11 stig, og FC Suðuroy er á áttanda plássi við fimm stigum.

 

Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av HB, og tá fer FC Suðuroy at spæla í Gundadali ímóti B36.

 

 

 

FC Suðuroy – Víkingur 0-2 (0-1)

 

0-1: Jákup Johansen 7.

 

0-2: Sølvi Vatnhamar 54.

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Jákup Joensen, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Owusu Emmanuel Andorful – Olaf Godtfred, Dánjal Godtfred – Pætur Augustinussen, John Ville Wøldike Leo, Fríði Holm – Eliasu Aminu Champang

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson – Poul Kallsberg, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Olaf Bárðarson – Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar