Í løtuni fiskar eitt ísfiskalínuskip í føroyskum sjógvi. Skipið er nýliga farið til fiskiskap, og tí er ivasamt, um teir koma inn at landa í næstu viku.
Umframt ísfiskalínuskipið, eru trý frystilínuskip í íslendskum sjógvi, eitt fiskar í grønlendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum.
- Línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um útróður verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vikan gongur. Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni sum kemur.
Sagt verður, at ættin mest verður millum eystan og sunnan, og tí kann væntast, at nakað av útróðri verður norðanfyri.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er brúkiligur, og bátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu.
Hetta er vártíð, og hetta er snellutíð, og á Fiskamarknaði Føroya siga tey í dag, at nú fiska fleiri útróðrarbátar við snellu.