Tað var hin 29. desember í 2022 - ella fyri hálvum triðja ári síðan - at P/F Varðin Pelagic søkti Tvøroyrar kommunu um byggiloyvi til at víðka um virksemið á havnalagnum á Tvøroyri.
Felagið ynskti nú at byggja eina lýsi-og proteinverksmiðju nærindis verandi virki.
Viðgerðartíðin hevur verið bæði umfatandi og drúgv, og fleiri kærur hava verið í málinum.
- Vit hava frá byrjan verið bæði opin og kunnandi um ætlanina, og skipað hevur verið fyri borgarafundi, almennum hoyringum, parts- og grannhoyringum í drúgvu málsviðgerðini, siga tey í kommununi.
Hin 13. mai í ár kundi kommunan boða frá, at tey høvdu fingið viðhald frá Føroya Kærustovni, sum hevur staðfest, at málsviðgerðin hjá kommununi hevur verið lóglig og røtt.
Eftir avgerðina hjá Føroya Kærustovni fegnaðist borgarstjórin, Kristin Michelsen, samstundis sum hann kundi staðfesta, at kommunan hevur viðgjørt málið rætt.
Í dag sigur Kristin Michelsen, at útfyllingin úr verandi havnalagi á Tvøroyri fór í gongd fyri 3-4 vikum síðan, og fylgt verður út við gróti, sum hevur ligið á goymslu í samband við boringina av nýggja Hvalbiartunlinum.
- Tað er MTV Byggivirki, sum hevur koyringina og útfyllingina og soleiðis, sum eg havi skilt, verður tað helst eisini MTV Byggivirki, sum kemur at standa fyri byggingini av nýggju lýsi-og proteinverksmiðjuni.
Kristin Michelsen sigur, at grót til útfyllingina verður koyrt við fleiri lastbilum, og hann væntar, at liðugt verður at koyra gróttilfarið frá tunnilsbyggingini, tá vit eru komin nakrar dagar inn í juli.
##med2##
- Men, hetta verður ein stór útfylling og gróttilfarið, sum liggur á goymslu, verður neyvan til meira enn helmingin av útfyllingini. Tískil má gróttilfar eisini útvegast aðrastaðni, og neyðugt verður helst at spreingja.
Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu ásannar, at stóra verkætlanin hjá Varðanum Pelagic, sum rættiliga hevur drigið út, kanska var høvuðsorsøkin til, at hann læt seg stilla uppaftur á kommunuvalinum seinast.
- Eg og mong við mær fegnast um, at útfyllingin til lýsi-og protein verkætlanina nú endiliga er í gongd, leggur Kristin Michelsen aftrat.