Nýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikk

Mikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føroyskan uttanríkispolitikk, sum viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum.

Bókin verður løgd fram á tiltaki sama dag klokkan 15:30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn

 

  • Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum?
  • Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum?
  • Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk?
  • Og hvussu sær framtíðin út? 

 

Mikudagin tann 2. apríl gevur forlagið Fróðskapur út nýggja bók um føroyskan uttanríkispolitikk. Bókin kallast Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.

 

Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.

 

Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.

 

Hetta er fyrsta bók, sum viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.

 

##med2##

 

Á útgávutiltakinum á Søgu- og samfelagsdeildini verður m.a. samrøða við Árna Olafsson, sum hevur arbeitt sum embætismaður í Føroyum og Danmark í fleiri áratíggju, og sum eisini er ein av rithøvundunum í bókini. Somuleiðis fer fyrrverandi landsstýrismaðurin i uttanríkismálum, Høgni Hoydal, at siga nøkur orð, umframt umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina. 

 

Kaffi verður at fáa, og ein kann eisini ogna sær nýggju bókina.

 

Nær: Mikudagin 2. apríl klokkan 15.30 – 16.30

 

Hvar: Jónas Broncks gøta 25, veghæddin