Íbúgvarnir í Valensia-landslutinum í Spania eru aftur í dag bidnir um at halda seg við hús, tí enn einaferð verður roknað við herviligum regni í økinum.
AFP-tíðindastovan visti fyrr í kvøld at siga, at tað er longu byrjað at regna aftur í regiónini, og í dag hevur spanska løgreglan ávarað fólk ímóti at fara út.
Tað er serliga stórbýurin, Valensia og økini kring býin, sum reyðu ávaringarnar snúgva seg um.
AFP, sum hevur tíðindafólk í økinum, veit at siga, at løgreglan eisini hevur rópt í megafon og hevur heitt á fólk um at halda seg heima.
Roknað verður tó ikki við, at regnið, sum nú er yvir økinum, verður líka so ringt, sum fyrr í hesi vikuni, tá 211 fólk lótu lív, tey flestu í Valensia-landslutinum.
##med2##