Tjóðveldi liggur á sama støði, sum flokkurin hevur ligið seinastu árini, um tey 18 prosentini sambært nýggjastu veljarakanning, sum portal.fo kunngjørdi herfyri.
Politikarar plaga at duga væl at burturforklára, hví veljarar venda teimum bakið. Hinvegin duga teir illa at hyggja inneftir og spyrja: Er okkurt galið við tí, sum vit gera?
Lyftini hjá Javnaðarflokkinum vóru ítøkilig undan síðsta vali: Eingin fiskiveiðusáttmáli við Russland, 37 tímar arbeiðsvika og yvirskot aftur á løgtingsfíggjarlógina.
Men hvat ger samgongan?
Gjørdir eru tríggir sáttmálar við Russland við vælsignilsi frá sitandi samgongu. Tann fyrsti longu áðrenn samgongan tók við í 2022. So reyk tað vallyftið.
Stytta arbeiðsvikan er ein hvørvisjón – helst við somu umbering frá Javnaðarflokkinum, at hini í samgonguni vilja ikki.
Og hvat fær verkfólkið afturfyri? Jú. Ger so væl, arbeiðið til tit eru 70 ár!
Tað vil siga at í staðin fyri styttri arbeiðsviku, so gevur Javnaðarflokkurin verkafólkinum trý ár afturat á arbeiðsmarknaðinum, tekur trý ár í fólkapensjón, tekur trý ár í Samhaldsfasta og tekur trý ár av teirri pensjónini, sum fólk sjálvi hava spart upp. So reyk tað vallyftið.
##med2##
Tey speiróku undanfarnu samgongu fyri hallini á fíggjarlógini. Men hvussu gekk við tí vallyftinum? Fyrsta árið: – 405 mió. Annað árið: – 102 mió. Triðja árið: – 305 mió (væntað). Fjórða árið: – 266 mió (væntað). Tilsamans 1.078 mió, ella eina góða milliard krónur eftir reyv. Har reyk so tað vallyftið.
Er ikki onkur klokka, sum ringir?
Altso hvussu kann Javnaðarflokkurin rokna við, at veljarin fer at kreditera flokkin til næsta val?
Hvat skulu fakfeløgini siga, tá Javnaðarflokkurin als enki leggur í fakfeløgini? Øll sum eitt mótmæla tey uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin, men tað leggur flokkurin líka í. Flokkurin veit betur, vit skulu hava haldføri í búskapin, og hækka vit ikki pensjónsaldurin, so fáa vit ongan Suðuroyartunnil.
At styggja fakfeløgini frá sær og at styggja veljaran frá sær er ein løgin máti at reka politikk uppá hjá einum arbeiðaraflokki, og tað kann bara geva eitt vánaligt úrslit.