Ørvur var fremstur millum fleiri javnlíkar

8-mannafør: Talan var um skiftandi og sera spennandi kapping

Á norðoyastevnu var tað Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag, sum var fyrstur á mál, og soleiðis var tað eisini í dag.

 

Kappingini millum 8-mannaførini var ógvuliga spennandi, og tað vóru fleiri bátar, sum skiftust um at vera fremstir á 1000 metra teininum.

 

Risin av Eiði og Gøtu Tróndur høvdu hug at bjóða av, og Risin var fremstur fitta løtu. Starturin hjá Ørvi var ikki so góður, men Ørvur vísti seg at vera tann drúgvasti av øllum. Eina løtu var hann meiri enn eina bátslongd undan næsta avbjóðarunum.

 

Fram ímóti málinum leið tað sera væl eftir hjá Risanum, sum togaði seg heilt fram, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Ørvur bara ein hálvan skut undan Risanum av Eiði.

 

Gøtu Tróndur var nummar trý, og Argjabáturin var undan Gullbrandi úr Fuglafirði.

 

1 Ørvur (HR)04:42.41+00.007 
2 Risin (ERF)04:43.03+00.626 
3 Gøtu Tróndur (TIND)04:46.26+03.855 
4 Argjabáturin (AR)04:48.06+05.654 
5 Gullbrandur (ÍF)04:50.34+07.933 
6 Knørrur (RK)04:52.48+10.072 
7 Miðvingur (MR)05:00.46+18.051 
8 Árnfirðingur (ÁRF)05:06.26+23.850

 

https://rsfurslit.fo/