Okkara sleppa at spæla í Oslo um teir vinna seg til EM-endaspælið

Manslandsliðið í hondbólti hevur fingið eina eyka motivasjón undan EM-undankappingini

Mynd: Kolektif

HSF skrivar: - EHF hevur kunngjørt, at um manslandsliðið hjá Føroyum vinnur seg til EM-endaspælið hjá monnum í 2026, so verður heimavøllurin í Oslo. 

 

Skipanin er soleiðis, at hýsandi londini, í hesum førðinum Noreg, Danmark og Svøríki, kunnu velja eitt annað land, sum skal spæla hjá teimum. Hetta við tí fyri eyga at fáa flestar áskoðarar til innleiðandi umfarið.  Noreg hevur í hesum førðinum valt Føroyar at spæla í Oslo, Danmark hevur valt Týskland at spæla í Herning og Svøríki hevur valt Ísland at spæla í Kristianstad. Hetta merkir samstundis, at um Føroyar vinna seg til EM-endaspælið, so koma Føroyar ikki at verða í bólki saman við Noreg, Svøríki, Danmark, Týsklandi ella Íslandi.

 

Les meira her:

www.eurohandball.com/en/news/en/list-of-seeded-teams-for-men-s-ehf-euro-2026-confirmed/

 

EM26-undankappingin byrjar á heimavølli mikudagin 6. november móti Kosovo. Kunning um atgongumerkjasøluna til hendan dystin kemur út í næstum. Skrivar HSF.

 

Mynd: Kolektif