OL: USA vann gull í kurvabólti hjá kvinnum

Talan er um áttanda gullið á rað hjá USA

Áttandu ferð á rað vann amerikanska kvinnulandsliðið í kurvabólti olympiskt gull.

 

Í dag gekk tað tó akkurát hjá amerikukvinnunum.

 

Í olympisku finaluni í París í dag vann USA við minsta marginali, 67-66 á Fraklandi.

 

Gabby Williams helt hon hevði javnað fyri Frakland til 67-67 í seinasta sekundinum við einum trístigsskoti. Men hon var beint innanfyri tveystigsstrikuna, og tí fekk hon bert tvey stig fyri bóltin, ið fór í kurvina hjá USA.

 

Finalan var ikki so væl leikt, men hon var sera spennandi, og tað manglaði lítið í, at Frakland koppaði stórfavorittunum.

 

Avstralia vann bronsu við 85-81 sigri á Belgia í bronsudystinum.