Óli stórspældi tá Sävehof vann fyrstu fjórðingsfinaluna

Sävehof vann greiðan sigur á útivølli

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld fyrstu fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Sävehof á útivølli at vinna ein greiðan 28-22 sigur á Karlskrona. Í steðginum var Sävehof bert á odda við einum máli, 15-14.

 

Sambært stóra svenska hondbóltsmiðlinum, Handbollskanalen var Óli Mittún greitt tann besti leikarin á vøllinum. Óli skoraði 10 mál og hann legði eisini upp til tvey mál.

 

Longu hóskvøldið klokkan 18 skal Sävehof spæla aðru fjórðingsfinaluna móti Karlskrona. Hesaferð á heimavølli í Partille. Spælt verður best av fimm dystum.

 

Av tí, at Karlskrona gjørdist nummar fýra og Sävehof nummar fimm í grundspælinum, so fær Karlskrona tríggjar dystir á heimavølli, um talan verður um fimm fjórðingsfinalur.