OL: Oliver Zeidler vann gull í greinini Sverri kappaðist í

Oliver Zeidler vann gull í stórum stíli í kappingini í einkultscullari

Týski heimsmeistarin, Oliver Zeidler er nú eisini olympiskur meistari í einkultscullara, ið er kappingin Sverri Nielsen hevur kappast í.

 

Í finaluni vann Oliver Zeidler gull í stórum stíli. Hann vann við tíðini 6:37,57.

 

Yauheni Zalati sum kappast sum uttanveltaður íðkari undir olympiska flagginum vann silvur við tíðini 6:42,96.

 

Simon van Dorp úr Niðurlondum vann bronsu við tíðini 6:44,72.

 

Sverri gjørdist nummar tvey í B-finaluni við tíðini 6:44,83. Sverri var sostatt bara 0,11 sekund aftanfyri bronsutíðina.