Freist: mánadagin 13. januar 2025 áðrenn midnátt
Kundi tú hugsað tær at víst tín stuttfilm til Geytan í Norðurlandahúsinum? Norðurlandahúsið samstarvar við Filmshúsið um at skipa fyri stóru stuttfilmskappingini Geytin, sum verður hildin leygarkvøldið 8. februar 2025. Á kvøldinum verða nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir og filmsvirðislønir handaðar.
Hetta skrivar nlh.fo.
Tilmelda tín stuttfilm til Geytan í seinasta lagi mánadagin 13. januar 2025 áðrenn midnátt.
Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
Meira sæst um hetta á www.nlh.fo