Tað er Hann Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur sett fram spurningin í einum grein 52a fyrispurningi til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í vinnumálum.
Ítøkiliga spyr Hanna Jensen soleiðis:
1. Hvussu gongur við at fyrireika lógaruppskot um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni?
2. Nær kann ein slík løggilding fáast at virka á føroyska byggimarknaðinum?
3. Eru allar aðrar fortreytir, eitt nú neyðuga meistaraútbúgvingin, loknar til ta tíð, ein slík løggilding ætlandi skal setast í verk?
Í viðmerking til spurningin vísir Hanna Jensen á, at nógv byggivirksemi er í Føroyum og hevur verið tað leingi. Ikki minst verður av øllum alvi roynt at byggja bústaðir til tann stóra tørvin, og bústaðarbygging er eitt av týdningarmestu málunum í okkara samfelagi.
– Tá so er, kemur til sjóndar, hvussu stórur tørvur er á eitt nú meistaraútbúgving og løggilding innan byggivinnuna, bæði fyri at tryggja góðsku og trygd í arbeiðinum hjá handverksmeistarum, eins og eina neyðuga trygd fyri kundar.
– Ætlanin við slíkari løggilding er sambært vinnuni, at bert handverksmeistarar við neyðugu útbúgving og royndum kunnu útinna arbeiði, sum krevur serkunnleika og ábyrgd. Hetta hevur týdning fyri alt slag av bygging, men ikki minst tá familjur seta seg í skuld fyri at fáa bygt eitt heim. Tí allir partar koma sera illa fyri, um illa vil til við bygging, sigur Hanna Jensen.
Hon vísir á, at á ólavsøku í fjør varð á løglistanum fráboðað, at eitt uppskot til løgtingslóg um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni var ávegis og skuldi leggjast fram í tingárinum. Ætlanin var at gera eina skipan, soleiðis at handverksmeistarar, sum bjóða
seg fram at byggja fyri onnur, skuldu vera løggildir og hava staðið ta útbúgving, sum verður kravd fyri at gerast løggildur handverksmeistari.
– Nú er tingárið farið at halla, men væntandi er, at tørvurin á slíkari løggilding og meistarutbúgving enn er sera átrokandi. Tí verða hesir spurningar settir, sigur Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn.