Fyri aðru ferð í søguni hava Føroyar vunnið oyggjaleikirnar. Fyrru ferð var til oyggjaleikirnar í Álandi í 2009.
Tá Føroyar vunnu oyggjaleikirnar í 2009 var tað við 34 gullheiðursmerkjum, 23 silvurheiðursmerkjum og 24 bronsuheiðursmerkjum. Samanlagt 81 heiðursmerki.
Aftaná oyggjaleikirnar í 2009 var havt á orði, at hetta fór at vera torført at taka í framtíðini. Men tað er so loksins hent.
Hesaferð hava Føroyar vunnið oyggjaleikirnar við heili 95 heiðursmerkjum. Føroyar hava vunnið 41 gullheiðursmerki, 31 silvurheiðursmerki og 23 bronsuheiðursmerki.
Føroyar hava 11 gullheiðursmerki fleiri enn Jersey, ið hevur 50.000 fleiri íbúgvar enn vit. Jersey vann samanlagt 74 heiðursmerki.
Og tá hava Føroyar megna hetta uttan skjúttarnar í Trap og Skeet, og uttan judo-íðkararnar. Høvdu hesir íðkararnir fingið møguleikan at kappast á hesum oyggjaleikunum høvdu Føroyar helst farið uppum 50 gullheiðursmerki.
HER eru topp-8 oyggjalondini á oyggjaleikunum í 2025 og í 2009:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##