OYL: Enn eitt gullheiðursmerkið í bogaskjóting

Jóannes Poulsen og Anja Eydnudóttir hava vunnið gull í Compound fyri blandað lið

Savnsmynd: Bogaskjótisamband Føroya

Sætta gullheiðursmerkið er komið til høldar í bogaskjóting á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

 

Jóannes Poulsen (savnsmyndin) og Anja Eydnudóttir hava vunnið gull í Compound "Head to Head" fyri blandað lið. 

 

Í finaluni vunnu Jóannes og Anja 136-131 á Francisco Rocha og Hannah Bridle úr Jersey. 

 

 

 

Savnsmynd: Bogaskjótisamband Føroya