Pauli og liðfelagarnir hava 18 stig fyri níggju dystir

Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh vann eisini greiðan sigur í dag

Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í dag. 

 

Í Jyllinge-høllini vunnu landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ greiðan 29-23 sigur á Tønder. Í steðginum var HØJ á odda 15-11,

 

Í Rækker Møller høllini vunnu Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus greiðan 30-22 sigur á Rækker Møller. Tá lá sera væl fyri hjá Aarhus í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Aarhus á odda 17-7. Teis skoraði eitt mál í dystinum.

 

Nú fara Pauli, Teis og Peter at hugsavna seg um EM-undankappingardystin móti Kosovo, ið verður leiktur í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 19.

 

Í næstbestu donsku deildini eru fýra føroyingalið millum fimm tey fremstu liðini:

 

Støðan:

 

NummarLið:Dystir:Stig:
1HØJ   918
2Skive 916
3Aarhus HC  914
4Lemvig-Thyborøn   911
5Team Sydhavsøerne911
6HC Odense 99
7HC Midtjylland98
8FIF98
9Odder 98
10Tønder97
11Norddjurs96
12Rækker Mølle  96
13Roskilde 92
14Faaborg  92