Vinnandi bólkurin Petsit hevur ment eina djóraansingarskipan, sum dómsnevndin metti vera so góða, at hon skuldi gerast vinnari av Ungt Virki 2025. Í bólkinum vóru: Anita Dahl, Rannvá Verlandsdóttir Hayfield og Maria við Sandá.
Í meting síni segði dómsnevndin m.a.:
Vit kenna øll støðuna: Tú skalt ferðast, men hvør skal passa húsdjórini? Petsit hevur skapt eina loysn, har tú lættliga kanst finna álítandi húsdjórapassarar í tínum øki, lesa ummæli og samskifta trygt og skjótt.
Petsit skal sostatt umboða Føroyar í DM í íverksetan, sum verður 29. apríl. Vinnari av DM fer víðari til EM í íverksetan.
Á 2. plássi var bólkurin Risus úr Miðnámi á Kambsdali, ið hevur ment litfagrar og stuttligar ruskspannir til børn. Í bólkinum vóru: Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Helga Mikkelsen, Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal og Petra Nolsøe.
Dómsnevndin segði m.a. hetta í síni meting:
Vit skilja alt ov lítið rusk, ið kundi verið endurvunnið. Risus er eitt felag, ið hevur sett sær fyri at læra børn af skilja rusk við litføgrum og stuttligum ruskspannum.
Bólkurin Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík vann seg á 3. plássið við eini app, sum selur bilar og bildeilir. Í bólkinum vóru: Rasmus Hansen, Leroy Philbrow, Aleksandur Harryson og Marit Jonhardsdóttir.
Dómsnevndin segði m.a. hetta í síni meting:
Við Bilatorgið appini verður tað lætt og trygt at keypa og selja bilar og deilir. Finn skjótt tað rætta og gjald beinleiðis í appini.
MYND: NR. 1 PETSIT
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Í dómsnevndini sótu:
- Sóley Hammer – Hugskotið (forkvinna)
- Marius Thomassen – Vinnuhúsið
- Eva Skeel Nolsø – Føroya Tele
- Rói Poulsen – Nema
- Rúna N. Rasmussen – Føroya Banki
- Áki Vang Poulsen – Magn
- Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Hotel Brandan
- Súsanna Laursen – Hugskotið
- Elsa Poulsen – Føroya Banki