Pól og Anna skulu, men hvat skal tað almenna?

að er lætt at siga, hvat Anna og Pól skulu gera, men tað er eisini neyðugt hjá landinum at gera nógv meira fyri at bjarga náttúrini

Nógv fólk tosa um at bjarga náttúruni við at keypa plastikkkompostkassar, sum mann kann hava inni. Eisini verður tosað um at skifta bilin út við ein el-bil, og so eisini, at mann skal skilja ruskið betur ella skifta  oljufýringina út við jarðhita.

 

 

 

 Alt hetta er miðvíst rættað eftir, at Pól og Anna skulu broyta sín livihátt.

 

 

 

 Ógvuliga fá tosa um, hvat landið kann gera, so sum at játta meira pening til verkætlanir og at til dømis at styrkja røturnar í bønum, sum veður, djór og menniskju slíta ár undan ári.

 

 

 

Mong tosa um at planta eitt træ, men spurningurin er, um tað er egnað til føroysk viðurskifti, tá vindstyrkin er so nógv. Kundu runnar kanska verið eins góð loysn?

 

 

 

 Tari dregur eisini nógv Co.2 úr luftini og umskapar tað til oxygen. Er tað kanska okkurt her mann kundi gjørt sær dælt av?

 

 

 

Og við at nýta el í mun til bensin og diesel, hugsa fá um heilsuligu vansarnir og fyrimunirnir. Tá bilarnir koyra uppá bensin og diesel, dálkar tað luftina allastaðni, har sum bilarnir ferðast. Tá bilarnir koyra við el-megi dálkar tað bert har,  sum brennievnið verður umgjørt til el. So tá burdi verið lættari at fanga dálkingina og verja umhvørvið. Ella er tað so?

 

 

 

Hetta eru viðurskifti, sum landið má kanna nærri og gera nakað við. Tí tað, sum virkar í USA og Norra, merkir ikki, at tað er tann mest effektiva loysnin í Føroyum. Vit mugu fáa serfrøðingar inná banan, at seta hóskandi verkætlanir í verk - og hugsavna okkum um at tillaga umhvørvisverndina hjá okkum til Føroyar.

 

Hervør Ólafsdóttir Lützen

 

Valevni á listanum hjá Sjálvstýri.