Seinnapartin í morgin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið fjórða dystin í hesari Nations League kappingini.
Talan verður um ein dyst í Nations League deild C. Føroyar hava higartil vunnið tveir dystir, og hava seks stig í bólki 1.
25. februar vunnu okkara á útivølli 1-0 á Gibraltar, og í venjingardysti á útivølli móti Gibraltar 20. februar í 2022 vunnu okkara eisini 1-0. Fríggjakvøldið tapti Gibraltar á heimavølli 0-8 fyri Slovakia, og enn hava tær úr Gibraltar fyrsta stigið til góðar í kappingini.
Tað verður ein portugisiskur dómari, ið kemur at døma dystin millum Føroyar og Gibraltar. Talan er um 37 ára gomlu, Teresa Alice Pimenta de Oliveir.
Teresa Alice Pimenta de Oliveir hevur verið altjóða dómari síðani 2020, og hon hevur dømt dystir í Women´s Champions League.
FØROYAR - GIBRALTAR:
Dómari: Teresa Alice Pimenta de Oliveira POR
Hjálpardómari 1: Cátia Alexandra Graça Tavares POR
Hjálpardómari 2: Cristiana Moreira da Costa POR
Fjórði dómari: Ana Luísa Carneiro Amorim Morgado Afonso POR
UEFA dómaraeygleiðari: Gediminas Mažeika LTU
UEFA umboð: Sabine Bonnin FRA