Tað gongur væl hjá NSÍ. Besta liðið er ovast á støðutalvuni eftir fýra umfør, og næstbesta liðið vann í dag 5-0 á útivølli ímóti B36. Hetta var ársins fyrsti sigur hjá NSÍ, sum er á sjeynda plássi við fýra stigum, meðan B36 er næstaftast við einum stigi.
Einstakir veteranar hjálpa til hjá NSÍ, men fyri tað mesta eru tað ungir spælarar, sum tað er setningurin hjá venjaranum Rúna Rasmussen at menna.
Í dag var Michal Przybylski millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur verið langtíðarskaddur, og so hevur talan verið um minni skaða. Í dag sást, at hann av álvara er við at koma seg, og at hann ivaleyst fer at blanda seg í kappingina um at vinna pláss á besta liðnum.
NSÍ vann 5-0 í dag, og hálvleiksstøðan var 4-0. Michal Przybylski var á vøllinum í ein tíma, og í fyrra hálvleiki skoraði hann hattrikk.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki átti Kári Hansen uppleggið, tá ið Przybylski setti hol á, fimm minuttir seinni átti Meinhard Fríðálvur Janusarson næstsíðsta fótin á, tá ið 16 ára gamli Markus Klein Danielsen fyri fyrstu ferð var málskjútti í næstbestu deildini, og so skoraði Michal Przybylski í 31. og 37. minutti. Uppleggunum stóðu ávikavíst Teitur Knudsen og Benediktus ella Diktus Olsen, sum hann verður nevndur, fyri.
Diktus Olsen átti eisini uppleggið, tá ið innskifti Josva Y. Signarsson staðfesti 5-0 sigurin tríggjar minuttir eftir, at hann í 61. minutti var komin á vøllin. Hetta var fyrsta ferðin, at 17 ára gamli Josva Y. Signarsson var málskjútti í 1. deild.
Um eina viku fer B36 at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og NSÍ fær leygardagin vitjan av AB.