Putin tók lógvatak við norðurkoreana í heilan minutt

Meðan vesturheimurin metir, at norðurkoreanskir hermenn eru í Russlandi, halda fundir millum londini fram.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og norðurkoreanska uttanríkisráðfrúan, Choe Son-hui, taka lógvatak í ein heilan minutt. - Mynd: Mikhail Teresjjenko/Reuters

Næstan í ein heilan minutt.

So leingi tók tað forsetanum í Russlandi, Vladimir Putin, og norðurkoreansku uttanríkisráðfrúuni, Choe Son-hui, at taka lógvatak, tá tey hittust á fundi í Kreml í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, í dag.

Tað vísa videoupptøkur frá tiltakinum.

Fundurin fer fram í eini tíð, har vesturheimurin gevur samstarvinum millum Russland og Norðurkorea stóran ans. Hetta kemst av amerikanskum fráboðanum um, at túsundtals norðurkoreanskir hermenn eru í Russlandi.

Og nógv bendir á, at viðurskiftini eru góð.

Putin ger ráðfrúuni greitt, at fundurin er á russiska tjóðarsemjudegnum - ein almennur frídagur.

Og hann fær heita og kammeratligar heilsanir frá norðurkoreansku ráðfrúuni, sum hon hevur við sær frá koreanska leiðaranum Kim Jong-un.

Í síðstu viku segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, at USA metir, at tað eru umleið 8.000 norðurkoreanskir hermenn í Kursk-landslutinum í Russlandi.

Teir kunnu brúkast í krígnum móti Ukraina komandi dagarnar, metti hann.

Kursk-økið hevur mark móti Ukraina. Tað er her, at ukrainskar herdeildir fyrr í ár komu inn og tóku valdið á einum lítlum øki.

Russland hevur hvørki váttað ella avsannað, at norðurkoreanskir hermenn eru í Russlandi.

Vitjanin frá Choe er onnur norðurkoreanska vitjanin í Russlandi í seks vikur.

Norðurkoreanska uttanríkisráðfrúan hevur verið í Russlandi í nakrar dagar.

Fríggjadagin hevði hon sokallaðar strategiskar samráðingar við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.

- Sera tætt sambond eru komin í lag millum herin og fregnartænasturnar hjá báðum londunum, segði Lavrov í tí høvinum.

Samstundis segði Choe, at Norðurkorea "altíð fer at standa saman við okkara russisku feløgum til sigursdagin".

USA er saman við fleiri øðrum londum í vesturheiminum av teirri fatan, at norðurkoreanskir hermenn í Russlandi er ein herðing av krígnum í Ukraina.

Kortini hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, funnist at svarinum frá Vesturheiminum. Eftir forsetans tykki hevur svarið ikki verið nóg hart.

Framvegis frættist um harðar bardagar í eystara parti av Ukraina.

Í september gingu russiskar deildir fram við hægstu ferð síðani í mars í 2022. Tað vísa almenn atkomulig tøl sambært tíðindastovuni Reuters.

Ritzau/Reuters

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og norðurkoreanska uttanríkisráðfrúan, Choe Son-hui, taka lógvatak í ein heilan minutt. - Mynd: Mikhail Teresjjenko/Reuters