Putin um Trump-innsetan: - Opin fyri samrøðum

Donald Trump hevur áður lovað at fáa ein enda á krígnum í Ukraina - bert 24 tímar eftir, at hann er komin í forsetasessin í USA

Vladimir Putin og Donald Trump hittust í Hamburg í 2017

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur í dag tosað við landsins trygdarráð í samband við, at Donald Trump verður innsettur sum forseti í USA.

 

Hetta sigur Kreml sambært Reuters.

 

- Vit eru opin fyri samrøðum við nýggju umsitingina, sigur Vladimir Putin úr Kreml, samstundis sum hann ynskir komandi forsetanum tillukku við valsigrinum.

 

Og russiski forsetin sigur víðari:

 

- Ynskið hjá Donald Trump um at taka uppaftur beinleiðis samband við Russland er vælkomið, soleiðis at byrgt verður uppfyri einum triðja heimsbardaga.

 

Donald Trump hevur áður lovað at fáa ein enda á krígnum í Ukraina - bert 24 tímar eftir, at hann er komin í forsetasessin í USA.

 

Ógreitt er, hvussu komandi amerikanski forsetin ætlar sær at loysa stríðið, men ábendingar eru um, at hetta verður ikki ein loysn, sum gongur Ukraina á møti.

 

 

 

Vladimir Putin og Donald Trump hittust í Hamburg í 2017