Rætturin til at mótmæla krígsbrotsverk

Hví gjørdu samhuga-aktivistar vart við seg týskvøldið 8. apríl? Tann 2. apríl lýsti felagsskapurin Vinafelagið Føroyar-Ísrael við einum tiltaki í Finsen við heitinum "Hættisliga støðan søgd frá vitnum úr Miðeystri". Fyriskipararnir høvdu í samband við tiltakið bjóðað ymiskum røðarum úr Ísrael til Føroya, herímillum var Lilach Ashtar fyrrverandi hernaðarleiðari í Ísraelska herinum og samstovnari av Nimrod Búsetingini í Golanheyggjunum.

 

Í lýsingini hjá Vinafelagnum varð greitt frá, at Ashtar hevði leiklutin sum hernaðarleiðari í ísraelska herinum við norðara landamark undir "Iron Swords-krígnum" og leiðsluna fyri atsóknunum við Gasa landamarkið.

 

"Iron Swords" er eitt annað heiti fyri kríggið á Gasa, sum ísraelska stýrið byrjaði í oktobur 2023. Eitt kríggj, ið hevur haft við sær, at yvir 50.000 palestinar eru dripnir í Gasa. Herurin og stýrið, ið Ashtar tænti, eru ákærd av bæði ICJ og ICC fyri grovasta brotsverk ímóti mannaættini, fólkamorð, vegna atferðini hjá IDF í hesum sama krígnum.

 

Haraftrat verður í lýsingini nevnt, at hon býr í einum samfelag "við markið til Sýria". Talan er her um Nimrod Búsetingina, ið Ashtar var við til at stovna, og her verður eisini víst á hennara val "at vera verandi og halda fast við landið”.

 

Umtalaða búsetingin er bygd á Golanheyggjunum, ið sambært altjóða lóg er ein ólógliga hersettur landspartur hjá Sýria, sum Ísrael hertók longu í 1967. Búsetingar og fólkaflutningur til og frá ólógliga hersettum landspørtum eru krígsbrotsverk sambært bæði Genfarsáttmálanum og “the Rome Statue”.

 

Tað er m.a. av omanfyrinevndu orsøkum, at vit, ið standa í samhuga við Palestina, stillaðu okkum fram og kravdu, at fólkarætturin má og skal yvirhaldast, og at vit ikki kunnu standa tigandi, tá krígsbrotsfólk verða boðin higar.

 

Rætturin at stilla seg fram á hendan hátt og mótmæla er ein grundlógartryggjaður rættur, sí grein 79 í Grundlógini. Rætturin at kunna savnast alment og mótmæla uttan at spyrja um loyvi ella siga frá áðrenn er ein fyritreyt fyri fólkaræði.

 

Hetta er forrestin ein rættur, ið palestinum í ólógliga hersettu økjunum ikki er untur vegna ísraelsku apartheidskipanini. Hernaðarreglugerð 101 hevur við sær, at allar politiskar savningar —bæði privatar og almennar — við 10 ella fleiri fólkum skulu góðkennast av einum ísraelskum hernaðarleiðara í Vestara Áarbakka.

 

Mótmælistiltakið hevur fingið nógva umrøðu á sosialu miðlunum seinasta samdøgrið. Og sigast má, at vit í Samhuga við Palestina harmast um ógvusliga og fremmandahatska orðaskiftið, ið er farið fram - serliga mótvegis tilflytarum og fólki av arabiskum uppruna. Vit mugu sum eitt samfelag, ið er bygt á fólkaræðislig virðir, kunna mótmæla krígsbrotsverkum og krígsbrotsfólkum uttan at skula óttast einari hatursherferð mótvegis føroyskum minnilutabólkum, islamofobi, antisemitismu og rasismu sum heild.

 

Vit mugu og skulu til allar tíðir virða altjóða lóg!

 

Við frælsiskvøðu

 

Samhugi við Palestina