Bjóðað verður burgari, drykkjuvørur og okkurt søtt afturvið kaffi/te frá Hotel Føroyum.
Nýggi frítíðarskúlin skal hýsa 60 børnum frá forskúla til 3. flokk. Bygningurin er 400 fermetrar til støddar og verður innrættaður til frítíðarskúla um dagin og við tilboðum til ung um kvøldið.
Tórshavnar býráð samtykti 24. oktober 2024 at játta samlaðu fíggingina til bygningin, og 28. oktober varð sjøtul settur á arbeiðið, tá gamla vatnverkið varð tikið niður.
Arbeiðið gongur væl, og tíðarætlanin heldur. Eftir ætlan verður bygningurin avhendaður í februar 2026.
Arbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøkukapping í juli 2024 millum tríggjar heildararbeiðstakarar: Búsetur, Articon og Húsavarðatænastuna.
Articon hevði saman við Fuglark besta heildaruppskot og vann kappingina.
Undirveitarar eru Sp/f Munin (landmátari), Plan v/ Jóannes Hellisdal (jørðarbeiði), Sp/f EL.fo (el-arbeiði), Sp/f Renovent (HVS-arbeiði), Sp/f VM Gólv (gólválegging). Málaraarbeiðið er enn ikki boðið út.
Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 mió. krónur.
##med2##