Tað verður dýrari at innflyta elbilar úr Kina til Evropa. ES nevndi sigur í dag sambært Reuters, at tey fara at leggja revsitoll á kinesiskar elbilar.
Tað skl gerast fyri at tryggja, at evropiskir elbilarframleiðarar ikki fáa órættvísa kapping frá kinesisku kappingarneytunum, sum fáa ríkisstuðul.
Revsitollurin verður heilt upp ímóti 38,1 prosent. Tað er galdandi fyri millum annað bilar frá framleiðaranum SAIC. BIlar frá BYD fáa ein revsitoll upp á 17,4 prosent, meðan revsitollurin á Geely-bilar verður 20 prosent.