Munnu tey allarflestu ikki hava eina yndisbók (ella kanska fleiri), sum tey venda aftur og aftur til, lesa umaftur við jøvnum millumbilum, ella kanska bara hugsa um, meðan lívið hendir?
Í samstarvi við Gallarí Havnará hevur Rithøvundafelagið hósdagin tann 23. januar kl. 20 ritsalon við evninum Yndisbøkur.
Fimm høvundar siga eitt sindur um eina av sínum yndisbókum. Aftaná er gólvið opið fyri øll, sum hava hug at siga frá um eina av sínum yndisbókum.
Eisini kunnu vit sita í hugnaliga gallarínum og práta um okkara yndisbøkur.
Hesir høvundarnir siga frá:
• Ben Arabo
• Bergur Rasmussen
• Jana Mortensen
• Rannvá Glerfoss
• Sólrún Michelsen
##med2##